Mentanarnátt 2012
Fríggjakvøldið 8. juni 2012 er mentanarnátt í Havn. Í hesum sambandi lata vit dyrnar upp fyri almenninginum - fjórða árið á rað. Tiltakið er ókeypis og øll eru hjartaliga vælkomin. Opið er frá kl. 19.00 til 22.00. Skrá: 19.00: Dyrnar lata upp 19.00 - 22.00: Fimm kvinnur hava søluframsýning við list og endurnýtslulutum á Torginum: Annika Joensen, endurnýtslulutir. Elin Lindenskov, taskur og endurnýtslulutir. Guðrið Poulsen, leirlist. Rabarbuglas, glaslist. Liljus, endurnýtslupýði og endurnýtslulutir. 20.30-21.00: Lív Næs og Tróndur Enni spæla á torginum. 20.00 og 21.00: Listatúrur á Kongabrúnni við Kinnu Poulsen, har hugt verður nærri eftir listasavninum hjá felagnum.
Framsýning í Gallarí Ribarhús
Hjartaliga takk fyri, øll tit sum komu til mínna framsýning í Gallarí Ribarhús. Sera hugnaligur dagur, sum eydnaðist so sera væl. Gallarí Ribarhus,er eitt sera gott hølið at syna fram í. Framsýningin er opin til 21. mars og øll eru hjartaliga vælkomin☺
Miðlaheiðursløninar 2011
Rabarbuglas var biðin um at gera Miðlaheiðursløninar 2011 og vil ynskja øllum vinnarunum hjartaliga tillukku.
Gott Nýggjár
Rabarbugglas vil gjarna ynskja øllum eitt gott nýggjár og takk fyri tað brátt farna. Nógv spennandi glasprojektir eru ávegis í tí nýggja árinum og eg gleði meg til stóru avbjóðingarnar tað hevur við sær :)
Gleðilig jól !
Rabarbuglas ynskir øllum eini goð og hugnalig jól og eitt harrans vælsignað nyggjár. Tað hevur verið sera hugnaligt at haft jólasølan heima í Rabarbukvarterinum. RabarbuUglurnar eru komnar í Jólahýri og gleða seg til Jólahugna. Vit síggjast í 2012 ☺
Tillukku til Hamragarð
Rabarbuglas ynskir ellis- og røktarheimið Hamragarði hjartaliga tillukku við nyggja húsinum :) Stuttligt at síggja Rabarbufuglanir henga so fittir :)
1000 Takk
Eg og sonur mín takka øll sum komu og vitjaðu okkim í Smiðjuni. Hetta var eitt stórt upplivilsi fyri meg og eg eri so glað fyri tann vísta áhugan. 1000 takk fyri øll somul :)
Nocturnal Rainbows
Tað gleðir meg at kunna boða frá at eg og sonur mín Bárður Dal Christiansen fara at hava eina framsýning saman. Framsýningin eitur "Nocturnal Rainbows" og verður at síggja í Smiðjuni Í Lítluvík frá 18-23 marts. Fernisering verður fríggjadagin 18. marts kl. 17.30. Petur Háberg kemur at spæla nøkur løg. Øll eru hjartaliga vælkomin :) -Rosa Birgitha
2011
Nýggja árið er komið og tað er nógv á skránni á RabarbuÁlmanakkanum. Millum annað ein framsýning:) Meir um hettar seinni. Eg ynski tykkum øllum ein góðan dag:) Rosa B.
Gott Nýggjár
Rabarbuglas takkar fyri eitt framúr ár 2010. Tað er nógv á skránni í 2011. Tað verður spennandi at sleppa ígongd aftur :)
Jól Í BaianStóvu
Leygardagin tann 27. nov opnar jólahandilin hjá Eiturkoppum. Møguleiki verður at ogna sær tí nýggjastu glaslistini frá Rabarbuglasi. Øll eru vælkomin. Handilin hevur opið til 23. dec.
Rabarbuglas við í Eiturkoppum
Eiturkoppar er ein kreativur felagskapur mannaður av føroyskum lista- og handverkskvinnum. Í løtuni sær manningin soleiðis út: FreeLeif, Leirlist, Elin Lindenskov, Lis Helgadóttir og Rabarbuglas. Eiturkoppar hava eisini eina facebook síðu: http://www.facebook.com/?ref=home#!/pages/Torshavn-Faroe-Islands/Eiturkoppar/114646625266478
Tær vóru tvær, nú er ein!
Rabarbuglas er eitt listbarn ið er borið í heim av Mikkalinu og Rosu Birgithu. Nú hevur Mikkalina, ið hevur haft ein magnandi og framtraðkandi leiklut í felagsskapinum, avgjørt at fara úr Rabarbuglasi og byrja undir egnum navni, Mikkalina-Glas. Rabarbuglas ynskir henni góðan byr framyvir og alt tað besta í hennara virkisleið. Rabarbuglas heldur fram sum ein lítil "Listabix" við tí fyri eyga, at skapa glaslist ið elvur til skemtingarsemi, bjartskygni og lívsgleði. Sí: www.mikkalina.com
Webshop
Nú ber til at keypa Rabarbuglas online:) Trýst á leinkjuna niðanfyri fyri at koma til handilin. Vørur vera updateraðar í dag. Rosa Birgitha
Ólavsøkuframsýningin
Rosa Birgitha hevur fingið 5 verk við á Ólavsøkuframsýningina 2010. Framsýningin letur upp 28. Juli kl. 14. Øll eru hjartaliga vælkomin :)