Um Rabarbuglas

Langt burtur í heiminum, men tó mitt í Atlantshavinum liggur eitt lítið land. Eitt lítið oyggjasamfelag, sum næstan ikki sæst á heimskortinum. Tað eru Føroyar.

Mitt í oyggjasamfelagnum liggur heimsins minsti høvuðsstaður, Tórshavn. Navnið stavar frá norsku gudalæruni, har millum annað gudarnir Tór, Óðin, Freia, Loki og Heimdal hoyra heima .

Rabarbukvarterið

Mitt í Tórshavn er eitt gamalt øki, ið millum fólk verður kallað Rabarbukvarterið. Staðið hevur sín serstaka stíl, huglag og sál. Nógv rópa tað “Bohému-økið” í Tórshavn. Og miðskeiðis í Rabarbukvarterinum hevur Rabarbuglas sítt reiður og skapandi anda.

Tað eru tvær søgur um, hvar navnið ”Rabarbukvarterið” hevur sín uppruna. Onnur søgan sigur, at staðið fyrr var so fátækt, at neyðugt var at eiga nógvar rabarbur fyri at fáa mat á borðið. Hin søgan sigur, at fólkini, ið búðu har, fingu so nógv børn, at ”tey nørdust sum rabarbur í góðari mold”.

Í dag er Rabarbukvarterið framvegis eitt av støðunum í Havn, har flest børn búgva (Rosa Birgitha eigur fimm børn og eitt ommubarn). Mamma Rosu Birgithu er somuleiðis fødd í ætthúsinum í Tvørgøtu sum ein “sonn rabarba”, og enn tann dag í dag verða børnini har kallað “Rabarbubørn”.

Navnið Rabarbuglas

Navnahugskotini til lítlu og serstøku ”listabiksina” hava verið mong. Men tá Rosa Birgitha bað son sín, ið er ein kreativur listamaður, finna eitt navn, segði hann uttan himpr Rabarbuglas! Vit búgva jú mitt í ”Rabarbukvarterinum”.
Við hesari søgu kann navnið einans vera Rabarbuglas.

Frá háskúla til egið verkstað

Rabarbuglas byrjaði á háskúlanum í Engelsholm í Jútlandi, har Rosa Birgitha saman við Mikkulinu Norðberg og seinni eisini Elini Lindenskov (háskúlalærari) lærdu um glas, mannagongdir og brenningar. Hesa vitan bygdu tær víðari á, tá tær komu heim aftur til Føroya og í dag hava tær hvør sín verkstað.

Serstøk glaslist til serstakar keyparar

Glaslistin, ið tú kanst keypa hjá Rabarbuglasi, er hondgjørd og skapað úr sera góðum glasi og litum (BullsEye). Við sínum naivistiska og bjartskygda stíli hevur Rosa Birgitha valt at leggja dent á tað listaliga og serstaka í staðin fyri framleiðslu og mongd. Ongin glaslist er líka. Tað er serstakt glas tilevnað av ein føroyingur í Føroyum við íblástri úr føroysku náttúruni og samfelagnum – og sínum barnsliga lyndi .
Vónandi spjaða sterku litirnir í glaslistini hjá Rosu Birgithu bjartskygni, gleði og vón.

Sukse’ir

Ólavsøkuframsýningin 2010 var ein serstøk uppliving. Fimm listaverk hjá Rosu Birgithu sluppu gjøgnum nálareyga og við á framsýningina. Hetta er fyrstu ferð, at føroysk glaslist er umboðað á slíkari framsýning.

Fyritøkur og feløg hava vent sær til Rabarbuglas fyri at keypa glaslist sum fyritøkugávu við egnum búmerki fyri at “branda” og marknaðarføra seg við hesum serføroyska møguleika.

Í desembur mánað er Rabarbuglas ein partur av Jólasøluni í Bajansstovu. Bajansstova er úti á Reyni við síðuna av gamla Gullhorninum. Jólasølan er eitt afturvendandi tiltak og er so við og við vorðin ein siður og eitt stað, har nógv keypa sínar jólagávur.


Um Rosu Birgithu

Rosa Birgitha er útlærd hárfríðkanarkvinna og pedagogur. Hon arbeiðir hálva tíð í einum barnagarði. Hon er gift, eigur fimm børn og er omma.

Í nógv ár hevur Rosa Birgitha arbeitt við at brúka og menna síni skapandi evni. Í frítíðini hevur hon serliga málað litríkar, naivistiskar málningar. Nú verða hennara skapandi evni nýtt til Rabarbuglas og glaslistina.